- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
"Samrøður um tónleik" er heiti á røðini. Knút fer á fyrsta tiltakinum at tosa um evnið "Innsavnan og nýtsla av siðbundnum tónleiki í Føroyum". Aftrat sær hevur hann Kára Sverrisson, tónleikara, ið fer at tosa um, hvussu hann hevur brúkt gamlan føroyskan tónleik í sínum verkætlanum.
Umframt at hugleiða og tosa um tónleik, fara teir eisini at spæla ymisk tónleikabrot. Høvið verður eisini at seta spurningar.
Tað er Fuglafjarðar Kvøldskúli, sum er fyriskipari. Hetta er triðja árið, at tey skipa fyri líknandi fyrilestrar- og samrøðurøð. Áður hava evnini verið list og matur.
"Samrøður um tónleik" verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fyri fyrstu ferð í kvøld klokkan 20.00.