Góðan morgun Føroyar

Hugsa um heilsuna, djórini og umhvørvið
19-04-2016
Guðrun og Una eru veganarar og eta tí ongan mat, sum kemur frá djórum

Eingin høsnarungi, eingin stórur, saftigur búffur, einki egg, einki fiskaflak og heldur eingin mjólk.


Soleiðis sær kosturin út hjá teimum fólkunum, sum eta veganskt. Tað merkir tó ikki, at tey ganga svong og einki eta, tí mat, tað fáa tey. Maturin er bara nokkso nógv øðrvísi enn tann maturin, flest onnur okkara eta.


Veganarlívsstílurin vindur meir og meir upp á seg í londunum rundan um okkum, og tað eru eisini føroyingar, sum eru veganarar.


Guðrun Mortensen og Una Nielsdóttir Galán liva veganskt. Tað vil siga, at tær eta einki, ið kemur frá djórum og brúka heldur einki, sum hevur havt við djór at gera.


- Tað byrjaði við, at eg las okkurt á netinum um veganarar, og onkursvegna gav tað bara meining. Eg elski djór og havi bara ikki hug at eta tey. Harafturat snýr hetta seg eisini um at eta heilsugott og hugsa um umhvørvið, so tí eri eg veganari, sigur Guðrun Mortensen.


Fyri Unu Nielsdóttir Galán byrjaði veganski lívsstílurin fyri umleið tveimum árum síðani.


- Eg hevði í nøkur ár havt trupulleikar við búkinum og hevði ofta pínu, og tá eg so fyri tveimum árum síðani var á háskúla hitti eg ein veganara, og so gjørdi eg eina roynd at leggja kostin um. Líka síðani eg fór at liva sum veganari havi eg havt tað nógv betri, eri ikki líka troytt og eri sloppin av við pínuna í búkinum, fortelur Una Nielsdóttir Galán.


Í morgunsendingini fortaldu tær um veganska lívsstílin, og harafturat høvdu tær ymiskan veganskan mat við í útvarpsstovuna, sum vertirnir smakkaðu.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024