- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Á ferðini hittir tú íbúgvar og møtir tær sjálvum og øllum hinum og við øllum sínum sansum: luktandi, smakkandi, lurtandi, hyggjandi, følandi, fer ígjøgnum ljós og myrkur, ljóð og kvirru og finnur fram til staðið, har ynskini sendast víðari.
Har dreymarnir sleppa á flog.
Ein livandi sansalig ferð um eitt persónligt ynski og um teir óteljandi møguleikarnar, sum finnast her og nú.
Eitt ynski á ferð er ein ferða-framførsla fyri børn, ung, hálvvaksin, vaksin og trøllvaksin. Fyri øll menniskju, sum hava eitt ynski.
Fyri øllum úr 7 árum og uppeftir. Børn yngri enn 7 ár fylgjast við einum vaksnum.
Ferðin inn í sansalabyrintina tekur 45 min.
Morgunsendingin skiftir orð við Gunnvá Zachariasen, sum er ein av íbúgvunum.