- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sólbjørg stillar upp til kommunuvalið í Aalborg
24-05-2017
25 ára gamla Sólbjørg Jakobsen fór upp í flokkin Venstre í desember í fjør. Nú stillar hon upp til kommunuvalið í Aalborg í november
Sólbjørg er løgfrøðingur og starvast dagliga í Ankestyrelsen, umframt, at hon situr í fleiri nevndum fyri Venstre. Hon hevði upprunaliga ætlað sær at stilla upp til Kommunuvalið um fýra ár, men borgarstjóravalevni hjá Venstre í Aalborg spurdi hana leygardagin um at stilla upp í ár. Sólbjørg tók av, og hon er harvið yngsta kvinnan á listanum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024