Góðan morgun Føroyar

Nú sæst sjóvarfallið á telefonini
25-09-2017
Við nýggju appini, sum hevur fingið heitið Rák, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn áður.

Við nýggju appini, sum hevur fingið heitið "Rák?, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn áður.

Umframt í sambandi við sigling, útróður og fiskiskap sum heild, er appin eisini hent hjá teimum, ið hava stuttleikabátar.

Somuleiðis kann hon nýtast til undirvísing av ymiskum slagi, ið hevur við sjógvin at gera.

Tá appin er fingin inn á snildfonina, er ikki neyðugt at hava internetsamband fyri at brúka hana.

Og tá appin verður latin upp, vísir hon eina mynd av Føroyum, sum yvirskipað vísir, hvussu rákið er júst nú.

Nýggj mynd av rákinum verður síðani roknað fyri hvønn 15. minutt.

Appin er brúkaravinarlig, og til ber at gera kortið størri og flyta tað runt við at nýta fingarnar á sama hátt, sum tá ein hyggur eftir myndum á telefonini.

Pílarnir vísa rætningin á rákinum, og fýra litir vísa ymsu streymferðina.

Blátt stendur fyri kyrrindum, grønt fyri einum metri um sekundið, gult fyri tveimum og reytt fyri trimum metrum um sekundið og oman fyri tað. Hetta svarar til ávikavist tvær, fýra og seks sjómíl.

Menningin av nýggju appini er ein felags verkætlan millum Fiskaaling, sum hevur staðið fyri verkætlanarleiðslu og ráðgeving, Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur veitt grunddáta, fyritøkan Magnussen Technology, ið er tøkniligur ráðgevi, sniðgevi og forritari, meðan

Statoil hevur veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina.

Appin, sum er ment til at virka á bæði Iphone og Android, kann heintast á heimasíðuni: www.rak.fo, har eisini ein vegleiðing er tøk.

Tilfeingi er felags tema fyri sjálva Vísindavøkuna, sum verður hildin fríggjadagin 29. september, har Fiskaaling fer at hava ein bás, sum millum annað fer at lýsa partar av virkseminum hjá Fiskaaling í filmsbitum.

Aftur í ár fer Vísindavøkan at vera hildin í Perluni, Reinsarínum, Ostahúsinum og á Perlutorginum, sum liggja í Tórsgøtu í Havn.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Byrjað verður í Vágs kirkju sunnudagin og talan er um fimm ymiskar konsertir, ið annars verða í Sandavágs kirkju, Fuglafjarðar kirkju, Christianskirkjuni og Vesturkirkjuni
25-10-2024
Nógv verður gjørt burturúr, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri
25-10-2024
Veðrið, Jóna Kristin Thomsen, Fìa Lamhauge, Jóhanna á Tjaldrafløtti, Uffe Bærentsen, Leif Hansen og Jákup Magnussen
25-10-2024
Eftir at Hanni Bjartalíð og Randi Ward vórðu heiðraði við ávíkavist Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávu landsins fingu vit orðið á tey í Varpinum
24-10-2024
Veðrið, Brot úr Føroya søgu, Hanni Bjartalíð, Randi Ward, Jóannes Eidesgaard, Hans Eiler Hammer og Randi Mohr
24-10-2024
Hesi og onnur viðurskifti verða umrødd í bókini Lítur aftur um bak, sum verður løgd fram á Reinsarínum í kvøld og á Seglloftinum á Tvøroyri í morgin
24-10-2024
Veðrið, John Eystberg, Susan Friang Gamsgaard
22-10-2024
Veðrið, Vivino og leiðslupoddur
22-10-2024
Veðrið, sálarheilsuvirðisløn og kvæðaspurnarkapping
21-10-2024
Veðrið, Brimheim, kapping, seyðamaðurin um besta kjøtið
18-10-2024
Veðrið, KOM á VAL, seyður, serfrøðingurin um mat
16-10-2024
Veðrið, minnissteinur á Sandi, Tìðarrák, seyðamaðurin
15-10-2024