Góðan morgun Føroyar

Vit handfara traumatiskar hendingar við tøgn
28-02-2018
Menniskju tola at fara ígjøgnum rættuliga nógv uttan at fáa varandi mein - men bara um handfaringin er sunn, heldur Sigbritt við Neyst, sálarviðgeri

Farna heyst gjørdi Sigbritt við Neyst, sálarviðgeri, eina granskingarverkætlan við yvirskriftini Lagnubørn - tigandi arvurin.

Í starvinum sum sálarviðgeri hevur hon fingið stórt innlit í kroppsligar og sálarligar avleiðingar av hendingum, sum vit sum menniskju hava verið fyri.

Tað, ið serliga gav Sigbritt við Neyst hug at granska í evninum, var, at hon hevur havt samrøður við fleiri eldri fólk sum, hóast onkur av teimum var farin um tey 80, máttu ásanna, at tíðin ikki hevði lekt sárini.

Í granskingini verður dentur lagdur á tveir tættir. Annar er handfaring av hendingum, og hin hvørjar avleiðingarnar hava verið.

Granskingin vísir, at ofta hevur handfaringin verið at skúgva kenslur ti viks.

Tøgnin var sera gjøgnumgangandi, og avleiðingarnar hava ofta verið stórar.

Mangan var talan um kroppsligt og sálarligt órógv, sum í fleiri førum bleiv doyvt við alkohol ella heilivági, sigur Sigbritt við Neyst.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024