- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Tað stendur í viðtøkunum í Prestafelagnum, at felagið umboðar øll andalig rák í fólkakirkjuni. Og tí skal tað vera pláss fyri ymiskum áskoðanum.
Soleiðis sigur formaðurin í Prestafelagnum, Theodor E. Dam Olsen.
Í sjónvarpssendingini, Gud signi Føroyar, snúði fjórði partur seg um fólkakirkjuna og serliga tað, at prestarnir eru av ymiskum áskoðanum. Onkrir eru konservativir, meðan aðrir vera hildnir at vera meira liberalir.
Men tað er í lagi, at prestar ikki eru á einum máli um ávís viðurskifti, heldur formaðurin í Prestafelagnum:
- Tað hava altíð verið ymiskir spurningar, sum prestar ikki eru á einum máli um. Eitt nú spurningin um kvinnuligar prestar, fólk sum eru fráskild og so framvegis. Og um 20 ár eru framvegis spurningar, sum prestar eru ósamdir í, sigur Teodor E. Dam Olsen.
Fyri hann er umráðandi, at prestarnir sum heild eru samdir:
- Tað, ið prestarnir eru samdir um, eru játtanarritini hjá fólkakirkjuni. Tá mann fer í smálutirnar, sum tó hava týdning fyri nógv einstøk fólk, tá er tað at ósemjurnar kanska kunnu koma, sigur Theodor E. Dam Olsen.