- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale eru eldir, men Pipar og Salt svingar framvegis væl. Tað er niðurstøðan hjá Birgir Kruse og Rudolf Joensen, ið ummæla Pipar og Salt show'ið, sum í løtuni gongur í Norðurlandahúsinum.
- Skótin í Bø var ein succé, stríðið ímillum bygdafólk og havnafólk riggar væl og gomlu figurarnar svinga framvegis væl, heldur Rudolf Joensen, ummælari.
Tó meta teir báðir, Rudolf Joensen og Birgir Kruse, at Kári Cool hevur sæð betri dagar, og at rappið ikki riggaði so væl.
- Tað er langt ímillum Pipar og Salt og satiru og skemt sum heild í Føroyum. Tað skal ikki undirmetast og er sera týdningarmikið, sigur Birgir Kruse, ummælari
Hoyr samrøðu við Sjúrð Skaale og Jákup Veyhe her