- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Ein góður ferðaleiðari gevur ferðafólki meir enn bara faktuellar upplýsingar. Tað skal vera undirhaldandi at lurta, og ferafólkini skulu tíma at lurta eftir tær.
Tað siga tey bæði Rannvá Mortansdóttir og James Olsen, nú tey hava nomið sær útbúgving sum ferðaleiðarar á miðnámsskúlanum í Vestmanna.
Tey eru millum tey 20 fólkini, sum í september mánaði í fjør byrjaðu hesa útbúgvingina, og sum mikudagin fáa ferðaleiðaraprógv.
Sambært teimum kann tað vera avbjóðandi at vera ferðaleiðari í Føroyum.
- Tað er ikki altíð so lætt at finna upplýsingar um øll tey ymisku støðini, serliga tá vitjað verður á einum stað, sum er heilt gamalt, sigur James Olsen.
- Eisini kann tað vera avbjóðandi, tá ferðafólk spyrja ella vísa áhuga fyri onkrum, sum vit her í Føroyum ikki halda er so áhugavert. Eitt nú hevði eg nøkur ferðafólk, sum vóru ógvuliga áhuga í vindmyllulundini í Húsahaga. Tað er nakað, sum vit vanliga bara koyra framvið og geva okkum ikki so nógv far um.
Men hesi ferðafólkini høvdu nógvar spurningar, og eg fekk so svara sum frægast, sigur Rannvá Mortansdóttir.
Í morgunsendingini greiddu teir báðir nýggju ferðaleiðararnir frá útbúgvingini og um ferðaleiðarastarvið.