- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Nú fáa føroysk ung møguleikan at fáa sær eina norðuratlantiska studentaútbúgving.
Talan er um eina norðurlendska studentaútbúgving, sum tekur trý ár sum allar aðrar, men har tann lesandi fær møguleika at lesa í hinum norðuratlantisku londunum saman við ungum úr øðrum londum.
Fyrsta árið verður tikið á Gribskov gymnasium í Danmark, annað árið á Miðnámi á Kambsdali og Verzlonarskóla Íslands í Reykjavík og triðja árið á GUX Sisimiut.
- Útbúgvingin fer at víðka um norðurlendska sjónarringin hjá næmigunum og er eitt gott tilboð til tann, sum vil hava øðrvísi og spennandi avbjóðingar, sigur Páll Isholm, rektari á miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Útbúgvingin byrjar í august mánaði í ár, og tilmeldingarfreistin er 1. mars. Umleið 6-7 næmingar úr Føroyum sleppa í norðuratlantiska studentaflokkin.
Hoyr samrøðuna við Páll Isholm, rektara á miðnámsskúlanum á Kambsdali, sum í samstarvi við studentaskúlarnar í hinum londunum hevur staðið fyri at seta útbúgvingina á stovn.