- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Vit eru allir á byrjanarstigi og hava fyri tað mesta bara roynt at spæla golf uttanlands, men áhugin fyri einum slíkum felag her í Eysturoynni tykist vera til staðar.
Soleiðis sigur Sølvi Reinert Hansen, sum er formaður í nýstovnaða golffelagnum í Eysturoynni, Eysturoyar Golffelag.
Felagið varð stovnað beint fyri jól, og í løtuni eru umleið 15 menn limir í felagnum.
- Tað fyrsta, sum felagið fer at gera, er at fáa eitt lendi, har vit kunnu spæla golf, sigur Sølvi Reinert Hansen og vísir á, at eitt nú økið oman fyri Hústoft møguliga hevði riggað væl til golf.
- Enn havi vit ikki tosað við bøndur og onnur, ið vara av teimum ymisku økjunum, men her eru fleiri støð í Eysturoynni, sum hóska seg til tað, vit í fyrstu syftu hugsa um, og tað er ein driving range. Altso eitt økið, har mann bara kann sláa bóltar. Ein veruligur vøllur við fleiri holum kann koma einaferð seinni, sigur Sølvi Reinert Hansen.
Í morgunsendingini greiddi hann frá ætlanunum hjá nýggja golffelagnum.