- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Kendi danski boksifyriskiparin, Mogens Palle, umhugsar at stíla fyri HM-boksistevnu í Føroyum.
Um kappingin verður veruleiki, so skal Sarah Mahfoud verða í miðdeplinum.
Síðani Sarah Mahfoud bleiv yrkisboksari, hevur hon verið í ringinum 8 ferðir, og hvørjarferð hevur hon vunnið.
Nú hevur hon vunnið sær rætt til ein HM-dyst.
- Hetta krevur ómetaliga nógv av mær, men eg livi mín dreym, sigur 29 ára gamla, Sarah Mahfoud, ið, umframt at hon boksar, bæði lesur til sjúkrarøktarfrøðing og arbeiðir .
Spurd um hvaðani hennara góðu boksievni koma, sigur hon, at tað lutvíst man vera frá pápanum, sum er úr Sýria.
Honum hevur altíð dámt væl stríðsítrótt. Men eisini mamman, sum er úr Vestmanna, hevur fingist nógv við ítrótt.
Legendariska boksifyriskiparin, 84 ára gamli Mogens Palle, vónar at kunna gera dreymin um HM-dyst í Føroyum til veruleika.
Nú er avbjóðingin at finna fíggingina, sum krevst, fyri at hava eina tílíka boksistevnu í Føroyum.