Flogbóltur: Bermuda - Føroyar beinleiðis kl. 19.45

Flogbóltur: Bermuda - Føroyar beinleiðis kl. 19.45
Hálvfinalan í flogbóltskappingini hjá kvinnum millum Bermuda og Føroyar verður send beinleiðis í útvarpinum
Føroyar spæla í kvøld hálvfinalu móti Bermuda
 
18.07.2013 - 16:15

Føroysku kvinnurnar skulu í kvøld royna at spæla seg víðari í finaluna, sum helst verður ímóti Saaremaa, sum spælir hálvfinalu ímóti Grønlandi seinnapartin.

Føroyar spældu ímóti Bermuda á oyggjaleikum í bæði 2009 og í 2011. Í báðum førum vunnu Føroyar, men tær føroysku taptu sett í báðum dystum.

Í 2009 í Álandi vunnu flogbóltskvinnurnar gull, men tað var við biti og sliti, at tær komu víðari úr hálvfinaluni, har tær møttu júst Bermuda. Neyðugt var við fimm settum. Føroyar vunnu fimta settið 15-12.

Í Isle of Wight í 2011 spældu Føroyar móti Bermuda í bólkaspælinum. Tann dystin vunnu Føroyar 3-1-

Føroysku kvinnurnar hava enn ikki tapt nakað sett í kappingini. Tær hava vunnið allar bólkadystirnar (móti Guernsey, Grønlandi og Álandi) 3-0.

Bermuda, sum var í hinum bólkinum, vann tveir dystir 3-0 og tapti tann triðja 0-3 fyri Saaremaa.

Hálvfinalan millum Bermuda og Føroyar byrjar klokkan 19.45. Útvarpið byrjar at senda klokkan 19.40

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979