Bretland fingið ein lítlan prins

Bretland fingið ein lítlan prins
Stóra Bretland hevur fingið ein spildur nýggjan prins. Bretska prinsessan Kate ella hertúgafrúan av Cambridge, sum hon verður nevnd, átti ein son klokkan hálvgum fimm seinnapartin í gjár
Kate, hertúginna.
 
23.07.2013 - 10:30

Bretska kringvarpið BBC skrivar, at almenna fráboðanin kom nakað seinni í gjárkvøldið, og at móðir og barn hava tað gott. Hertogin ella William prinsur var hjástaddur, tá sonurin varð føddur.

Errin abbi
Abbin, Charles prinsur, sigur seg vera bæði ernan og glaðan um at vera blivin abbi fyri fyrstu ferð, veit BBC at siga.

William, prinsur og Kate, prinsessa giftust í Westminster Abbey 29. apríl í 2011 eftir at hava kenst í tíggju ár.

Nýggi prinsurin er nummar trý í arvarøðini til bretsku trúnuna - aftan á pápa sín, William prins, og abba sín, Charles, krúnprins.

Langomman drotning Elizabeth hevur sitið á bretsku trúnuni í 61 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358