- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður ikki so avgjørdur um Kára P. Højgaard
Tað eru ymisk tekin, sum koma frá løgmanni um sessin hjá landsstýrismanninum í innlendismálum. Í morgun svaraði løgmaður einum skrivligum fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. Hann spurdi millum annað: Ætlar løgmaður at loysa landsstýrismannin úr starvi og reisa eitt revsimál sambært lóg um ábyrgd landsstýrismanna?
Svarið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, er stutt og greitt "Nei". Og tað skuldi so á vanligum føroyskum merkt, at hann ætlar ikki at loysa Kára P Højgaard úr starvinum. Tað vil siga, at hann sleppur at halda fram sum landsstýrismaður.
Ikki tikið støðu
Men nakrar tímar seinni, beint fyri middag, sigur løgmaður við Kringvarpið, at hann hevur ikki tikið endaliga støðu til sessin hjá Kára P Højgaard. Hann bíðar eftir eini frágreiðing úr Innlendismálaráðnum, og tá hann hevur fingið hana, tekur hann støðu í málinum.
So hóast hann fyrr í morgun segði, at hann hevði ikki ætlanir um at loysa landsstýrismannin úr starvi, er tað ikki vist kortini.
Løgmaður bað í farnu viku landsstýrismannin um eina frágreiðing, eftir at Kringvarpið legði fram nøkur skjøl, har embætisfólk í Innlendismálaráðnum settu stór spurnartekn við lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin.
Skjøl, sum ikki komu í tingið saman við lógaruppskotinum, og sum almenningurin heldur ikki fekk innlit í, fyrr enn eftir at Kringvarpið hevði almannakunngjørt tey. Frágreiðingin skuldi vera liðug í dag.
Spyr eisini um fyrisitingina
Høgni Hoydal spurdi eisini løgmann, um hann helt, at Kári P Højgaard hevði fyrisitið lógliga, og um hann helt tað vera í samsvari við lógina um ábyrgd landsstýrismanna, at hann leggur lógaruppskot fyri tingið, har allar upplýsingar ikki eru lagdar við, og har upplýsingar verða afturhildnar, tá tingið viðger málið.
Løgmaður svarar, at hann gongur út frá, at landsstýrismaðurin hevur hildið seg innan fyri karmarnar av lógini um ábyrgd landsstýrismanna, tá hann hevur gjørt trúnaðaravtalur við útlendska felagið. Hann sigur seg eisini ganga út frá, at landsstýrismaðurin hevur neyðugu heimildina í innlitslógini at undantaka upplýsingar frá almennum innliti.
Hann sigur tó, at hann væntar sær eina útgreining av hesum í frágreiðingini frá Innlendismálaráðnum.
Milliónin
Løgmaður varð eisini spurdur, um hann kundi vátta, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevði skrivað undir uppá at veita privata útlendska felagnum 1 mió kr, um løgtingið ikki samtykti Eysturoyartunnilin fyri 1. september.
Og hann vildi vita, um løgmaður helt, at landsstýrismaðurin hevði fyrisitið lógliga við at skriva undir eitt slíkt lyfti. Løgmaður váttar, at ein slík avtala varð undirskrivað 27. juni, men sigur, at landsstýrismaðurin hevði heimild at gera avtaluna, og at hon hvørki er ólóglig ella óvanlig.