Leikluturin hjá Sjálvstýrisflokkinum útspældur

bannari
Leikluturin hjá Sjálvstýrisflokkinum útspældur
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, fer í dag at boða løgmanni frá, at Sjálvstýrisflokkurin fer úr samgonguni
 
10.09.2013 - 07:49

Leikluturin hjá Sjálvstýrisflokkinum var útspældur, heldur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, eftir at flokkurin í gjárkvøldið tók seg úr samgonguni.

Landsnevndin og valfeløg hjá Sjálvstýrisflokkinum høvdu fund á Glyvrum í gjárkvøldið.

Úr samgonguni

Kári P. Højgaard fer í dag skrivliga at boða løgmanni frá avgerðini at fara úr samgonguni. Sjálvstýrisflokkurin skilir ikki, at løgmaður koyrir landsstýrismannin frá, samstundis sum løgmaður staðfestir, at landsstýrismaðurin einki skeivt hevur gjørt.

Soleiðis sum samgongan hevur handfarið málið, kann Sjálvstýrisflokkurin ikki halda fram í samgongusamstarvinum, sigur flokkurin í niðurstøðuni á fundinum í gjárkvøldið.

Tríggir flokkar eftir

Nú eru tríggir flokkar eftir í samgonguni, og meirilutin hjá henni er tódnaður. Samgongan hevur nú 18 tinglimir, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava átta hvør og Miðflokkurin tveir. Støðan hjá Miðflokkinum er styrkt, tí spælir Miðflokkurin ikki við, hevur samgongan ikki meiriluta í løgtinginum.

Annar tingmaðurin hjá Miðflokkinum, formaður floksins, Jenis av Rana, hevur oftari enn eina ferð funnist at politikkinum hjá samgonguni. Nýggjasta dømið er privati Eysturoyartunnilin.

Andstøðan styrkt

Og støðan hjá andstøðuni er eisini styrkt, tí nú noyðist hon ikki at fáa Janus Rein, uttanflokkatingmann, við, tá stig skulu takast, sum krevja samtykki hjá tveimum fimtingum av teimum 33 tingfólkunum. Tveir fimtingar eru 14 tingfólk. Við Kára P. Højgaard eru nú 14 í andstøðuni, tá Janus Rein ikki er taldur við.

Til dømis kunnu tveir fimtingar av løgtinginum, 14 tingfólk, krevja og atkvøða fyri, at kanningarstjóri verður settur at kanna fyrisitingina hjá landsstýrisfólkum ella løgmanni. Fyrilbils skal andstøðan tó ikki telja Kára P. Højgaard við har, tí hann segði við Útvarpið í gjár, at nú skal løgmaður fáa frið at loysa tunnilsmálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233