Løgmaður veit framvegis ikki um milliónin er goldin

bannari
Løgmaður veit framvegis ikki um milliónin er goldin
Sáttmálin við CIP um Eysturoyartunnilin er ikki undirskrivaður enn, og CIP skuldi hava milliónina í seinasta lagi 5. september
 
16.09.2013 - 11:00

Nú 11 dagar eru farnir, síðani Copenhagen Infrastructure Partners skuldi fáa eina millión krónur, tí sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki varð undirskrivaður fyri 1.september, ber ikki til at fáa at vita, um milliónin er goldin ella ikki.

Løgmaður sigur í dag, at hann veit ikki, um milliónin er goldin.

Mikudagin í síðstu viku, sum var 11.september, segði løgmaður, at milliónin var ikki goldin.

Avtalað gjørd 27. juni

Á fundi millum løgmann og landsstýrismannin í innlendismálum og CIP tann 27.juni varð avtalað, at sum treyt fyri, at CIP ikki skuldi taka seg burtur úr samráðingunum alt fyri eitt, skuldi CIP hava eina millión, eitt " break fee", um sáttmálin ikki var undirskrivaður í síðsta lagi 31.august.

Sáttmálin er ikki undirskivaður enn. Og CIP skuldi hava milliónina í seinasta lagi 5.september. Eingin vil siga, um CIP hevur fingið milliónina.

CIP hevur ongar viðmerkingar. CIP bíðar eftir politiskari avgerð í Føroyum um tilboðið hjá CIP um at gera Eysturoyartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655