Eysturoyartunnilin reikar millum aðalráð

bannari
Eysturoyartunnilin reikar millum aðalráð
Løgmaður vildi ikki svara spurningum frá Landsstýrismálanevndini, men sendi spurningarnar ósvaraðar aftur til nevndina.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vildi ikki svara Landsstýrismálanevndini. Tí skal Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður svara.
 
23.09.2013 - 13:08

Landsstýrismálanevndin er komin í eina løgna støðu.

Spurningar hjá nevndini um Eysturoyartunnilin reika millum aðalráð.

Nevndin spurdi Kára P. Højgaard, hví hann ikki hevði upplýsingar hjá Landsverki við, tá hann svaraði einum fyrispurningi í løgtinginum.

Innlendismálaráðið sendi spurningin til løgmann, sum sendi hann aftur, ósvaraðan. Svarið kom ikki fyrr enn freistin var farin, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini.

Nú er ætlanin at Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður skal svara spurningunum frá Landsstýrismálanevndini. Men hann má eisini fáa tvær vikur at svara, tí tað hava hini fingið.

Sirið Stenberg væntar, at nevndin hevur fund hósdagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775