CIP vil ikki hava milliónina

bannari
CIP vil ikki hava milliónina
Felagið hevur skotið upp at hava fund í Føroyum, men fundurin hevur ikki verið enn
Rune B. Róin og hinir í CIP hava ikki kravt at fáa milliónina í endurgjaldi
 
09.10.2013 - 08:13

Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, hevur ikki kravt at fáa milliónina flutta, sum felagið skuldi fáa í seinasta lagi 5.september, tí sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki var undirskrivaður.

Kravið er ikki gjørt galdandi enn, sum tað eitur á løgfrøðimáli. Og tí er milliónin ikki goldin.

Tað fekk Kringvarpið at vita frá Fíggjarmálaráðnum í gjár.

Spurdi um kontonummar

Sambært innliti, sum Kringvarpið hevur fingið, spurdi Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, tann 5.september Rune Bro Róin í CIP, hvagar pengarnir skuldu sendast.

Rune Bro Róin nevnir tó einki kontunummar í svarinum. Men hann skjýtur upp at hava ein fund í Føroyum tann 10.september at viðgera avbjóðingarnar fyri samstarvið millum CIP og Innlendismálaráðið, sum politiska kjakið um Eysturoyartunnilin hevur við sær.

Tann fundurin var ongantíð. Í øllum førum er einki skjal skrásett um slíkan fund, svarar Fíggjarmálaráðið, sum arvaði Eysturoyartunnilin, tá Innlendismálaráðið fór av verðini.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, varð koyrdur tann 5.september. Og 13.september varð Innlendismálaráðið niðurlagt.

"Tí er ikki hugsandi, at hesin fundur hevur verið hildin," sigur Fíggjarmálaráðið um fundin, sum CIP mælti til at hava í Føroyum 10.september.

Lítið tilfar

Einki tilfar, annað enn teir báðir teldupostarnir millum Rúna og Rune um milliónina, er skrásett síðani 5.september, sigur Fíggjarmálaráðið eisini. Upprunaliga ætlanin var at undirskriva sáttmálan millum Innlendismálaráðið og CIP í Løkshøll í Runavík tann 27.juni.

Men einki skjal er í málinum, sum umrøður ella viðger hetta, svarar Fíggjarmálaráðið, hvørki rokningar ella annað samskifti. Og annars ber framvegis ikki til at fáa stórvegis innlit í tunnilsmálið.

Hóast Innlendismálaráðið ikki er til longur, er málið framvegis ikki liðugt avgreitt, er grundgevingin hjá Fíggjarmálaráðnum.

Málið í tinginum í dag

Og heimildin um at gjalda CIP eitt break-fee endurgjald verður á breddanum í løgtinginum í dag. Høgni Hoydal úr Tjóðveldi hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, munnligan fyrispurning um heimildina at skriva undir break-fee-avtalu við privat felag.

Høgni Hoydal spyr millum annað løgmann, um hann visti og var hjástaddur, tá avtala varð gjørd millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda eina millión krónur í endurgjaldi?

Munnligir fyrispurningar eru fyri í løgtinginum klokkan 11 fyrrapartin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357