Makrelurin givið landskassanum 110 mió. kr.

Makrelurin givið landskassanum 110 mió. kr.
Varðin Pelagic hevur tikið ímóti størstu nøgdini, 35.000 tonsum, og Faroe Pelagic hevur tikið ímóti 33.000 tonsum
 
11.10.2013 - 14:56

Landskassin hevur higartil í ár fingið knappar 110 milliónir krónur í inntøkum frá uppsjóvarfiskiskapinum. Tað upplýsti landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum í løgtinginum í gjár.

Jacob Vestergaard upplýsti, at Havsbrún hevur tikið ímóti 22.000 av teimum 135.000 tonsunum av makreli, sum eru fiskað í ár. Havsbrún hevur tikið lutfalsliga móti meira av sild, nevniliga 24.000 tons av teimum 70.000, sum higartil eru fiskað í ár.

30.000 tons eftir

Nótaskipini hava 30.000 tons eftir at fiska í ár. Tað verður feit heystsild fyri nógv betri prís, og landsstýrismaðurin upplýsti, at meginparturin av hesum fer til matna.

Tá ið ræður um makrelin, hevur Varðin Pelagic tikið ímóti størstu nøgdini, 35.000 tonsum. Faroe Pelagic í Kollafirði hevur fingið 33.000 tons, føroysk framleiðsluskip 28.000 tons, Havsbrún 22.000 tons, útlendsk móttøkuskip knøpp 16.000 tons, og 1300 tons eru landað til uppsjóvarvirkið í Vestmanna.

Mest sild til Havsbrún

Havsbrún hevur tikið ímóti mestu sildini, 24.000 tons. Faroe Pelagic í Kollafirði hevur tikið ímóti 15.000 tonsum, Varðin Pelagic á Tvøroyri 13.000, føroysk móttøkuskip 11.000, útlendsk móttøkuskip hava fingið 6.000 tons og virkið í Vestmanna 200 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179