Boriliðið hjá Landsverki skal endurstovnast

Boriliðið hjá Landsverki skal endurstovnast
Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg skjóta upp at seta 15 mió. kr. av um árið at bora tunlar fyri
Trøllanes-tunnilin er dømi um tunnil, sum gamla boriliðið hjá Landsverki boraði á sinni
 
14.10.2013 - 15:14

Tingfólkini hjá Tjóðveldi skjóta upp, at tingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um tunnil til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar.

Tey vísa á, at í mong ár hevði Landsverk eitt borilið, sum gjørdi tunlar til avbyrgdar og fjarskotnar bygdir í landinum, eitt nú til Gásadals. Boriliðið var eitt beinleiðis úrslit av grundhugburðinum við Landsverksfrøðingsstovninum, har aðalmálið var at binda bygdir saman og gera nøktandi farleiðir til øll búpláss í landinum.

15 mió. kr. um árið

Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg mæla til, at boriliðið verður endurstovnað, og at 15 milliónir kr. verða settar av um árið at bora fyri. Dalur, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík eru bygdir, sum høvdu fingið stórt gagn av boriliðnum, siga uppskotssetararnir.

Mælt verður til at raðfesta arbeiðið í eini tíðarætlan, har tey, sum búgva í hesum bygdum, fáa ein grundaða vón um betri farleið í framtíðini.

Uppskotið kemur til 1. viðgerð í tinginum týsdagin 22. oktober.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541