Føroyingur við til at bjarga 141 flóttafólkum úr Sýria

Føroyingur við til at bjarga 141 flóttafólkum úr Sýria
Heri Eysturtún Niclassen er skipari á farmaskipunum Seago Felixtowe, sum bjargaði flóttafólkunum í Miðjarðarhavinum
Heri Eysturtún Niclassen er skipari á Seago Felixtowe, sum bjargaði flóttafólkunum
 
15.10.2013 - 15:12

Ein føroyskur skipari var við til at bjarga 141 flóttafólkum í farnu viku, tá ein bátur rak fyri vág og vind.

Tá danska farmaskipið, Seago Felixtowe, hjá reiðarínum Maersk var á veg gjøgnum Miðjarahavið í farnu viku, vóru teir boðsendir til ein bát, sum hevði sent neyðarkall út. Í bátinum vóru flóttafólk úr Sýria. Tilsamans 141 fólk vóru í bátinum, teirra millum 28 børn.

Línu á flóttafólkini

Skiparin á Seago Felixtowe, Heri Eysturtún Niclassen úr Vestmanna, gav allari manningini boð um at hjálpa flóttafólkunum. Ein landgongd varð løgd millum skipið og bátin, og lína varð gjørd á flóttafólkini, tí illveður var.

So hvørt sum flóttafólkini komu upp í landgongdina, vóru tey kannað fyri vápn. Tey vístu seg tó at vera meinaleys. Neyðstøddu flóttafólkini úr Sýria fingu mat umborð á Mærsk-skipinum, sum flutti tey til italsku oynna Sicilia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040