Danska uppsjóvarvinnan setur egnan fiskifrøðing

Danska uppsjóvarvinnan setur egnan fiskifrøðing
Felagið hevur ikki mist álitið á ICES, men heldur, at betri upplýsingar eiga at fáast um makrel
 
16.10.2013 - 10:10

Danmarks Pelagiske Producentorganisation, felagið hjá teimum, sum virka í donsku uppsjóvarvinnuni, hevur sett sín egna fiskifrøðing í starv. Felagið sigur seg hava álit á ICES. Men tað er skelkandi, heldur felagið, at betri upplýsingar og tøl um til dømis makrel ikki finnast.

Fiskifrøðingurin, sum felagið hevur sett í starv, skal kanna, hvussu gongst við uppsjóvarfiskastovnunum og vera millumlið millum fiskimenn og granskarar.

Føroyingar við

Í Danmarks Pelagiske Producentorganisation eru níggju skip, millum annað skip, sum føroyingar eiga. Hesi skip hava kvotur av uppsjóvarfiski fyri hálva sjeyndu milliard krónur. Esben Sverdrup-Jensen, stjóri í felagnum, sigur við FiskeribladetFiskaren, at ráðgevingin hjá ICES er ikki nóg dygg. Og játtanin til havgransking í Danmark minkar hvørt ár.

Danmarks Pelagiske Producentorganisation hevur sett Claus Reedtz Sparrevohn, sum er doktari í fiskifrøði og hevur arbeitt á Institut for Akvatiske Ressourcer á Danmarks Tekniske Universitet. Hann byrjar í nýggja starvinum á nýggjárinum. Esben Sverdrup-Jensen sigur, at felagið hjá teimum vil vera fyrireikað, um ein fiskastovnur hvørvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531