Tríggjar mánaðir fyri at bróta lógina um rúsevni

Tríggjar mánaðir fyri at bróta lógina um rúsevni
Maðurin smuglaði hassj, og fekk eisini dóm fyri at hava hentað soppar og turkað teir
Maðurin var í varðhaldi frá 23.september, til málið varð viðgjørt í Føroya rætti týsdagin.
 
17.10.2013 - 09:21

Ein maður fekk týsdagin tríggjar mánaða fongsulsrevsing fyri at bróta lógina um rúsevni. Maðurin, sum er miðskeiðis í tjúgunum, varð tikin heima við hús 23.september. Har fann politiið 102 soppar. Sama morgun var maðurin komin úr Danmark til Føroya og royndi tá at smugla 400 gramm av hassji, men tollararnir tóku taskuna frá honum.

Maðurin er eisini dømdur fyri at smugla 100 gramm av hassji til Føroya hálvan mai við tí endamáli at lata øðrum hassj. Sambært ákæruritinum gjørdi hann millum annað avtalu á Facebook um eina ókenda nøgd av hassji Maðurin játtaði seg sekan uttan í ákærunum uttan teirri um sopparnar. Hann noktaði, at hann ætlaði at lata onnur fáa burtur av soppunum.

Ætlaði at brúka sopparnar

Hann ætlaði at brúka teir sjálvur, segði hann í rættinum. Maðurin hevði hentað sopparnar og turkað teir. Og hann visti, at teir geva ein rús, sum er øðrvísi enn rúsurin av hassjii. Føroya rættur dømdi kortini mannin, tí hann hevði hentað sopparnar og turkað teir. Men tað er ikki prógvað, sigur rætturin, at ætlanin var at lata ella selja øðrum soppar.

Maðurin var í varðhaldi frá 23.september, til málið varð viðgjørt í Føroya rætti týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221