VitOrka vil sleppa at hita almennar bygningar við grønari orku

VitOrka vil sleppa at hita almennar bygningar við grønari orku
Gongst sum ætlað, verður avtala gjørd við landsstýrið fyri nýggjár
Landsbókasavnið er ein av almennu bygningunum, sum VitOrka vil sleppa at hita við grønari orku
 
18.10.2013 - 10:21

Seinasta árið hevur felagið VitOrka havt fleiri fundir við myndugleikarnar -  landsstýrið, SEV, Landsverk og Jarðfeingi - um at fáa loyvi at hita útvaldar almennar bygningar í høvuðsstaðnum við vindorku. Næsti fundur á skránni verður við landsstýrið mánadagin, sigur Magni Laksáfoss, stjóri í VitOrku, við Dag og Viku. Og gongst sum ætlað, verður avtala gjørd við landsstýrið fyri nýggjár.

Ætlanin snýr seg í fyrstu atløgu um at seta upp vindmyllur á Kirkjubøreyni, sum skulu hita eitt nú Skúlan á Argjahamri, Fíggjarmálaráðið, Landssjúkrahúsið og almennu bygningarnar har, Almannamálaráðið, Ellisheimið, Læraraskúlan, Háskúlan, Vinnuháskúlan og Landsbókasavnið.

Sami kostnaður

VitOrka hevur boðið sær til at hita bygningarnar fyri sama kostnað sum nú - men við grønari orku.

Verður avtala gjørd við landsstýrið, er næsta stig at gera vindkanningar. Vindmyllurnar verða í fyrsta lagi settar upp um tvey ár, væntar Magni Laksáfoss. VindOrka hevur funnið ein týskan samstarvsfelaga, sum hevur samband við útlendsk vindorkufeløg og útlendskar fíggingarstovan og pensjónsgrunnar.

Ætlanin, at eisini føroyingar kunnu keypa partabrøv í felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655