Føroysk WTO-kæra: Óvanligt at Danmark hjálpir

Føroysk WTO-kæra: Óvanligt at Danmark hjálpir
Serfrøðingur sigur, at Danmark hevur ongantíð nýtt WTO-limaskap sín á henda hátt. Føroyar hava fingið fulltrú at kæra
 
04.11.2013 - 08:13

Hetta er ein heilt óvanlig støða, tí Danmark hevur ikki áður brúkt limaskap sín í WTO, heimshandilsstovninum, til at kæra.

Tað sigur Lars Bracht Andersen, lektari og serfrøðingur í WTO-rætti á universitetinum í Århus, við Politiken. Danmark hevur givið Føroyum fulltrú til at kæra ES fyri WTO, tí ES hevur sett í gildi handilsforðingar móti Føroyum. Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO, so tí noyðast Føroyar at spyrja Danmark, um Føroyar kunnu kæra.

Ikki brúkt limaskapin á henda hátt

Danska uttanríkisráðið hevur avgjørt at geva Føroyum fulltrú. Hetta er heilt óvanligt, sigur Lars Bracht Andersen við Politiken. Danmark hevur ongantíð fyrr brúkt limaskap sín í WTO á hendan hátt. Harafturat er Danmark limur í ES, sum Føroyar ætla at kæra.

Men danska stjórnin fær ikki gjørt annað, tí annars viðurkennir stjórnin ikki, at partar av ríkinum, Føroyar og Grønland, ikki eru við í ES, sigur Lars Bracht Andersen. Í august fingu Føroyar fulltrú frá Danmark til at fara í altjóða gerðarrætt við ES. Men at kæra ES fyri WTO er nógv meira "spektakulert", sigur Lars Bracht Andersen við Politiken.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379