Jacob Vestergaard hitt norska fiskimálaráðharran

Jacob Vestergaard hitt norska fiskimálaráðharran
Fundurin var í jaligum enda, sigur Jacob Vestergaard. Tey hava avtalað at hittast aftur
Elisabeth Aspaker er nýggjur norskur fiskimálaráðharri
 
04.11.2013 - 12:59
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur í dag havt fund við norska fiskimálaráðharran Elisabeth Aspaker. Tað var fyrsti fundur teirra millum, og fyrsti fundurin norski fiskimálaráðharrin hevði við ein útlendskan ráðharra.
Á fundinum nýttu fiskimálaráðharrarnir báðir høvi til at viðgera áleikandi mál landanna millum, eitt nú málini um makrel, norðhavssild, sínámillum fiskirættindi og Svalbard, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.
Jacob Vestergaard sigur, at fundurin fór fram í einum jaligum anda, ið var uppbyggjandi og álitisskapandi fyri viðurskiftini millum Føroyar og Noreg. Eftir ætlan fara Jacob Vestergaard og Elisabeth Aspaker at hittast aftur, so skjótt avgerandi framstig eru gjørd viðvíkjandi strandarlandasamstarvinum um norðhavssild og makrel.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891