Samkynd vígast: Nú kemur uppskotið

Samkynd vígast: Nú kemur uppskotið
Uppskotið verður lagt fyri tingið um 14 dagar
 
04.11.2013 - 09:41

Uppskotið um at loyva samkyndum at giftast verður lagt fyri løgtingið um 14 dagar.

Tað eru Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, og Poul Michelsen úr Framsókn, sum leggja uppskotið fram

In.fo skrivar, at uppskotið er klárt at leggja fram, men av tí at Poul Michelsen er burturstaddur, verður bíðað at leggja tað fram, til hann er afturkomin. Poul Michelsen umboðar løgtingið á ST-aðalfundi í New York, og  verður aftur í Føroyum um eina viku.

Sambært uppskotinum skulu samkynd kunna giftast borgarligt. Tað merkir, at tað verður ikki álagt kirkjum og samkomum at gifta samkynd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688