Nýggja stjórnin somu støðu í makreltrætuni

Nýggja stjórnin somu støðu í makreltrætuni
Støðan í norska fiskimálaráðnum móti Føroyum í makreltrætuni er óbroytt, hóast Norra hevur fingið nýgja stjórn og fiskimálaráðharra
Elisabeth Aspaker er nýggjur norskur fiskimálaráðharri, men hevur somu støðu sum fiskimálaráðharrin undan henni
 
05.11.2013 - 13:08

So leingi nýggj avtala ikki er gjørd, eiga øll londini at halda seg til gomlu avtaluna og ikki taka sær størri kvotu enn býtið í teirri avtaluni sigur.

Nýggi norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, hevur alment boðað frá støðu sínari í makreltrætuni.

Eiga ikki at áseta sær størri kvotur

Við tíðindastovuna NTB sigur Elisabeth Aspaker, at einki land eigur av sínum eintingum at áseta sær størri kvotur, sum gera, at meira verður fiskað enn fiskifrøðin heldur vera ráðiligt.

Fiskiskapurin eftir makreli eigur at vera burðardyggur, sigur ráðharrin.

Støðan í norska fiskimálaráðnum móti Føroyum og Íslandi er tí ikki broytt, hóast Norra hevur fingið nýggja stjórn og nýggjan fiskimálaráðharra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541