Slakar 20 mió. kr. fleiri í landsskatti í ár

Slakar 20 mió. kr. fleiri í landsskatti í ár
Landið hevur fingið stíva milliard í skatti ár, og kommunurnar 1,2 milliardir kr.
 
05.11.2013 - 14:31

Landið hevur fyrstu tíggju mánaðirnar í ár fingið 19,5 mió. krónur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 1,03 milliardir krónur  í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 1,9 % hægri enn um somu tíð í fjør.

Kommunurnar eitt vet minni

Føroysku kommunurnar hava higartil fingið eitt vet minni  í skatti fyrstu tíggju mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 182 milliónir krónur  í skatti, og tað eru tríggjar milliónir krónur, ella 0,3 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Eftirlønarskattur 20 mió. meiri

Fyrstu tíggju mánaðirnar í 2013 eru slakar 194 milliónir krónur komnar  í eftirlønarskatti og 32 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 20 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439