Nýggja røktarheimið tikið í nýtslu leygardagin

Nýggja røktarheimið tikið í nýtslu leygardagin
Tríggjar búeindir eru á nýggja røktarheiminum í Klaksvík, har dentur verður lagdur á heimligar umstøður
 
06.11.2013 - 14:57

Nýggja røktarheimið í Klaksvík, Heimið við Vágna, verður tikið í nýtslu leygardagin. Almenn móttøka verður klokkan 14, tá høvi verður at síggja bygningin. Millum teirra, sum fara at halda røðu, eru Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri&Bústaðir, og Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri í Almannaverkinum.

Tríggjar búeindir

Klaksvíkar býráð samtykti í juni 2010 at byggja nýtt røktarheim.

Bygningurin er skipaður í trimum búeindum. Í hvørjari eind eru átta rúm við te-køki og baðirúmi, har dentur er lagdur á heimligar umstøður. Til hvørja eind er felags køkur og uppihaldsstova, umframt onnur rúm til starvsfólk, goymslu o.a.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450