Arbeiðssetningurin einmælt samtyktur

Arbeiðssetningurin einmælt samtyktur
Landsstýrismálanevndin er nú liðug við tunnilsmálið. Alt málið sum tað er skal lýstast, sigur Sirið Stenberg, forkvinna
Sirið Stenberg er forkvinna í landsstýrismálanevndini
 
07.11.2013 - 11:47

Í dag ella í morgin fær løgtingsformaðurin arbeiðssetningin, sum kanningarstjórin skal brúka, tá luturin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í tunnilsmálinum skal kannast.

Landsstýrismálanevndin samtykti einmælt arbeiðssetningin fyrrapartin.

Finna kanningarstjóra

Nú skal løgtingsformaðurin finna kanningarstjóra, sum skal kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin og løgmaður hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna ella stjórnarskipanina. Arbeiðssetningurin verður ikki almennur, fyrr enn kanningarstjóri er settur, tí løgtingsformaðurin kann broyta arbeiðssetningin.

Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, sigur, at í arbeiðssetninginum eru spurningar um alt tað, sum hevur verið uppi og vent í tunnilsmálinum, so sum heimildirnar at gera sáttmála við Copenhagen Infrastruture Partners og lova danska felagnum eina millión krónur í endurgjaldi, tí sáttmálin er ikki undirskrivaður.

Alt skal lýstast

Alt málið sum tað er skal lýsast, sigur Sirið Stenberg. Landsstýrismálanevndin er nú liðug við tunnilsmálið.

Kæran frá einum borgara, sum ikki fær innlit í millum annað sáttmálan millum Innlendismálan og CIP, er send Løgtingsins umboðsmanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542