Føroyar biðið um samráðingar um fríhandilsavtalu

Føroyar biðið um samráðingar um fríhandilsavtalu
Løgmaður hevur havt fund við myndugleikarnar í Moskva, og í dag er hann í Kasakstan
 
07.11.2013 - 09:59

Fyrsta stigið móti einum fríhandilssáttmála við fleiri lond eystanfyri eru nú tikin. 

Ka Lleo Holm Johannesen, løgmaður, hevur á fundum í Moskva handað eina formliga áheitan um at sleppa undir samráðingar um ein fríhandilsáttmála millum Føroyar og Eurasisku tollsamgonguna, ið fevnir um Russland, Hvítarussland og Kasakstan.
 

Drúgv tilgongd

- Tað kann gerast ein drúgv tilgongd at koma á mál við einum fríhandilssáttmála, men eftir fundirnar havi eg eina vón um, at glið er komið á. Eg greiddi frá okkara økta útflutningi til eystanlond seinastu árini, og at Føroyar raðfesta ein fríhandilssáttmála ovarliga, sigur løgmaður í tíðindaskrivi.

Á fundunum í Moskva umrøddi løgmaður eisini, hvørjar fyrimunir bæði Russland og tollsamgongan fáa við at gera eina fríhandilsavtalu við Føroyar. Løgmaður legði serliga dent á landafrøðiligu støðuna hjá Føroyum í Norðuratlantshavi.

Arktiska leiðin

- Russar eru í ferð við at uppraðfesta arktiska arbeiðið í sínum uttanríkispolitikki. Av tí at nýggja arktiska siglingarleiðin er á okkara leiðum, eru Føroyar áhugaverdar hjá russum. Eisini vísti eg á møguleikan hjá russiskum oljufeløgum at selja olju til russisk og onnur skip, sum sigla í føroyskum sjóøki. Kaj Leo Holm Johannesen.

Í dag hevur løgmaður fund í Kasakstan við Timur Zhaksylykov, vararáðharra í búskaparmálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139