Eingin peningur at hækka barnafrádráttin

Eingin peningur at hækka barnafrádráttin
Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið frá andstøðuni
 
08.11.2013 - 11:13

Í verandi fíggjarkarmi eru eingir pengar til at hækka barnafrádráttin í skattinum.

Tað sigur samgongan, sum ikki tekur undir við uppskotinum hjá andstøðuni um at hækka barnafrádráttin úr 6.500 upp í 8.000 kr.

Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið. Meirilutin sigur, at verandi fíggjarkarmar loyva ikki hækking í barnafrádráttinum.  Meirilutin vísir á, at samgongan hækkaði barnafrádráttin 1.000 kr. í fjør, og at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum arbeiðir við umleggingum í skattaskipanini.

Flokkarnir, sum eiga uppskotið, siga, at tað fer at kosta landskassanum 21 milliónir at hækka barnafrádráttin upp í 8.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672