Bretskt flogfelag kannar innflúgvingartól í Vágum

Bretskt flogfelag kannar innflúgvingartól í Vágum
Bretska flogfelagið, BMI Regional, blívur við at vísa áhuga fyri Føroyum. Í morgun var eitt flogfar hjá felagnum og kannaði innflúgvingartólini
Flogfarið av slagnum Embraer hjá bretska flogfelagnum, BMI Regional, á flogvøllinum í morgun
Mynd: Jógvan Helgi Hansen/VP  
 
13.11.2013 - 11:15

Eitt flogfar hjá bretska British Midland Regional (BMI) setti seg enn einaferð í morgun á fløgvøllin í Vágum.

Endamálið við túrinum var, sambært Vágaportalinum, at felagið vildi millum annað vildi kanna innflúgvingartól á flogvøllinum.

Sama flogfar var í Sørvági í summar, men nú vildi felagið eisini gera ein túr hendavegin á vetrartíð og við øðrum sýni.

Áhugað í Føroyum

Harvið tykist greitt, at áhugin hjá BMI Regional at gera Føroyar part av sínum rutuneti, er til staðar.

BMI Regional hevur høvuðssæti í Aberdeen í Skotlandi, og flogfelagið flýgur millum stóru skotsku býirnar og til flestu størri býir í Onglandi og stóran part av Evropa eisini. Eisini verður flogið upp á Esbjerg, Billund og Keypmannahavn í Danmark, Gøteborg í Svøríki og Kristianssund í Noregi.

Flogførini, sum felagið brúkar, eru av slagnum Embraer og taka ávikavist 37 og 49 ferðafólk. Stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, sigur við Vágaportalin, at bretarnir vór væl nøgdir við túrin.

Kelda: vp.fo

Mynd: Jógvan Helgi Hansen/VP

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852