Pedagogarnir samráðast aftur í desember

Pedagogarnir samráðast aftur í desember
Forkvinnan í Pedagogfelagnum heldur ikki, at so langt er millum partarnar, og tí væntar hon semju
Maud Wang Hansen er formaður í Pedagogfelagnum
 
19.11.2013 - 16:08

Pedagogfelagið og lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum samráddust aftur í gjár, men komið varð ikki á mál. Nýggjur fundur avtalaður fyrst desember, sigur Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.

Hon heldur ikki stórvegis møguleikar vera fyri at fáa meiri í løn, enn aðrir bólkar hava fingið, og tað hevur lønardeildin eisini gjørt greitt.

Nýggj semingslóg

Tað eru onnur viðurskifti, sum eru við í samráðingunum. Millum annað er nýggj semingslóg samtykt, sum áleggur pørtunum á arbeiðsmarknaðinum fráboðanarskyldu, tá talan er um verkfall. Higartil hava bert Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeisrafalegaið gjørt slíka avtalu, og hon er 48 tímar.

Nýggja eftirlønarskipanin, sum kemur í gildi 1. januar, er eisini eitt av málunum í samráðingunum millum Pedagogfelagið og lønardeildina. Nýggja skipanin fær stórar avleiðingar fyri limir í Pedagogfelagnum, og tí má ein loysn finnast, sigur Maud Vang Hansen.

Hon heldur kortini ikki, at tað er serliga langt millum partarnar, og hon væntar eina semju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938