Seta upp fyri vindeyguni á Sýnini

Seta upp fyri vindeyguni á Sýnini
Kommunurnar í Vágum og Almannamálaráðið eru framvegis ósamd um, hvussu umvælingarkostnaðurin skal býtast
 
19.11.2013 - 08:46

Tað hevur skund at fáa umvælt Ellisheimið á Sýnini í Miðvági.

Summastaðni hevur verið neyðugt at seta upp fyri vindeyguni, so tey ikki skulu detta burtur úr karminum og inn á búfólkini innanfyri, fyri ikki at tala um øll handklæðini, ið verða løgd í vindeyguni at taka ringastu lekarnar.

Men fyrsta treytin er, at kommunurnar í Vágum og Almannamálaráðið verða samd um, hvussu partarnir skulu býta kostnaðin at umvæla Ellisheimið.

Vilja ikki góðtaka uppskotið

Kommunurnar hava fingið eitt uppskot frá Almannamálaráðnum um kostnaðarbýtið, men vildu ikki góðtaka tað, og hava í staðin skotið upp, at umvælingin verður fíggjað eftir sama leisti, sum tá nýggj ellis- og røktarheim verða bygd.

Eftir tí leistinum gjalda landið og kommunurnar hvør sína helvt av byggikostnaðinum, 700.000 kr. í part fyri hvørt røktarheimspláss, men fer kostnaðurin upp um tað, bera kommunurnar meirkostnaðin.

Kommunurnar vilja ikki koma í ta støðu at hava góðtikið eina ávísa peningaupphædd frá landinum, og at tað so vísir seg, at Ellisheimið á Sýnini krevur størri umvælingar, tá farið er undir arbeiðið. Kommunurnar í Vágum eru eisini samdar um, at ein nýggj kostnaðarmeting má gerast, áðrenn arbeiðið verður boðið út, tí hildið verður, at tíðin er farin frá støðumetingini, sum varð gjørd í 2008.

Fýra milliónir settar av

Fýra milliónir krónur vórðu settar á fíggjarlógina í fjør til umvælingararbeiðið, men Fíggjarnevndin vil hava, at ein avtala millum landið og kommunurnar fyrst verður løgd fyri løgtingið.

Tí hevur bert borið til at fáa 1,5 milliónir krónur til bráðfeingisumvælingar, ið eru og verða brúktar upp á tekjuna, rýmingarleiðir og til umvælingar í køkinum, har soppavøkstur er staðfestur, ið er til stóran ampa fyri starvsfólkið.

Tá søkt varð um játtanina á fíggjarlógini í fjør, metti Landsverk, at tað fór at kosta 36 milliónir krónur at umvæla Ellisheimið á Sýnini í Miðvági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571