Jørgen Niclasen: Tunnilssemja í næstu viku

bannari
Jørgen Niclasen: Tunnilssemja í næstu viku
Landsstýrismaðurin heldur góðar møguleikar vera at finna breiða semju fyri jól
 
20.11.2013 - 11:47

Samgongan er helst komin til eina semju um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í næstu viku, og síðani verður farið til andstøðuna at royna at finna semju.

Hetta segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, í løgtinginum fyri løtu síðani.

Hann svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, sum vildi vita, hvat røkist fyri at koma á mál í spurninginum um Skálafjarðartunnilin.

Jørgen Niclasen segði, at hann helt, at málið ikki var so eldfimt nú, sum tað hevur verið, og at allir partar tykjast vilja finna fram til semju.

Hann segði seg hava eina góða kenslu um at finna fram til eina breiða semju fyri jól.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542