Stjórnin ger avtalu um fíggjarlóg við andstøðuna

Stjórnin ger avtalu um fíggjarlóg við andstøðuna
Avtalan við Vinstra og Konservativa flokkin ber í sær skatta- og avgjaldslækking fyri 2,2 mia. kr.
 
27.11.2013 - 10:49

Danska stjórnin hevur gjørt avtalu við Vinstra og Konservativa flokkin um fíggjarlógina fyri næsta ár. Samstundis fór stjórnin út um sín parlamentariska meiriluta, tí Eindarlistin er stuðulsflokkur hjá stjórnini.

Tað varð úrslitið av samráðingunum í gjár.

Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, sum stóð á odda fyri samráðingunum, er væl nøgdur, og sigur, at talan er um breiða semju. Formaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, sigur seg vera væl nøgdan við semjuna, tí hon hevur við sær skatta- og avgjaldslækkingar fyri 2,2 milliardir kr. Og tað fær skjótari gongd á aftur búskapin.

Johanne vónsvikin

Framsøgukvinnan hjá Eindarlistanum, Johanne Schmidt-Nielsen sigur, at flokkurin er vónsvikin av, at stjórnin gjørdi semju við andstøðuna um fíggjarlógina, tí Eindarlistin var fúsur at slaka nógv, fyri at fáa eina avtalu.Hon leggur kortini dent á, at Eindarlistin  fer ikki at leggja nakað misálitisuppskot fyri fólkatingið, so stjórnin fellur.

- Vit hava eina minnilutastjórn í Danmark, sum ger av, um hon vil samstarva við okkum, ella við høgraveingin, sigur Johanne Schmidt-Nielsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375