Havnin ger íløgur fyri 132 mió. kr.

Havnin ger íløgur fyri 132 mió. kr.
Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt fíggjarætlanin, sum javnvigar við 649 mó. kr. næsta ár
 
29.11.2013 - 10:58

Tórshavnar býráð ger íløgur fyri 132 milliónir krónur tilsamans næsta ár. Eitt einmælt býráð samtykti fíggjarætlanina fyri næsta ár á fundi í gjárkvøldið.

Størsta kontan á íløgusíðuni er mentan og frítíð, sum fær 43 milliónir krónur næsta ár. 12 milliónir eru settar av til bygging á Tórsvølli, níggju milliónir eru settar av til at byggja ítróttarhøll við Landavegin og seks milliónir til bóltvøll í Hoyvík.

42 milliónir verða settar av til teknisk mál. Harav verða 10 milliónir brúktar til keyp av bygningum og níggju milliónir til eina miðbýarætlan.

Dagstovnur í Kollafirði

Fimm milliónir verða settar av til økið børn og ung - alt fer til dagstovn í Kollafirði. Ein millión er sett av til almanna- og heilsumál, og 19 milliónir eru settar av til kommunal virki.

Tórshavnar havn skal gera íløgur fyri 22 milliónir. Eingir íløgupengar eru settir av til økið undirvísing.

Fíggjarætlanin fyri 2014 javnvigar við 649 milliónum krónum - tað eru 13 milliónir meiri enn í ár. Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður óbroytt næsta ár, 20,25 prosent, og barnafrádrátturin er 8.000 krónur.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290