Tingið skal góðkenna játtanina til gerðarrættin

Tingið skal góðkenna játtanina til gerðarrættin
Landsstýrið hevur biðið tingið góðkenna upphæddina, sum fíggjarnevndin játtaði til gerðarrættin, ið skal viðgera sildatrætuna
Fíggjarnevndin játtaði í summar pening til gerðarrættarmálið við fíggjarnevndarskjali
 
02.12.2013 - 09:09

Landsstýrið biður nú løgtingið um at góðkenna upphæddina í fíggjarnevndarskjalinum, sum fíggjarnevndin játtaði fyrr í ár, í sambandi við at landsstýrið arbeiddi við at stevna ES fyri altjóða gerðarrætt í kjalarvørrinum av trætuni um norðhavssildina.

Málið hevði skund, og tí varð biðið um sjey milliónir krónur í fíggjarnevndarskjali, sum fíggjarnevndin játtaði. Sambært stýrisskipanarlógini skal løgtingið góðkenna allar eykajáttanir hjá fíggjarnevndini.

Trupult at meta um kostnaðin

Fíggjarmálaráðið sigur, at tað er trupult at neyvt at meta um, hvussu nógv gerðarrættarmálið fer at kosta, tí eitt slíkt mál er ikki roynt áður. Peningurin skal fyrst og fremst brúkast til uttanhýsis serfrøði, og harafturat skal landsstýrið rinda ein part av arbeiðnum hjá tilnevndu gerðarrættarlimunum.

Landsstýrið hevur eisini arbeitt við at kanna, um til bar at kæra ES-handilstiltøkini móti Føroyum til heimshandilssfelagsskapin WTO. Tí hevur ráðførsla eisini verið við fíggjarnevndina um, at ein partur av játtanini eisini kundi nýtast til hetta kærumálið, sigur Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375