Vatnið úr krananum skal vera reint

Vatnið úr krananum skal vera reint
Kunngerð er sett í gildi, sum skal tryggja øllum føroyingum reint vatn
 
02.12.2013 - 10:22

Í seinasta lagi um knappliga tvey ár, tann 1. november í 2015, skal øll vatnveiting í Føroyum vera løggild. Tó hava bygdir, har sum færri enn 100 fólk búgva, freist til 1. november 2017. Kunngerðin, sum skal tryggja øllum reint vatn, er komin í gildi.

Fólk hava fullan rætt at krevja, at vatnið, sum rennur úr krananum, er reint. Og tey, sum keypa matvørur úr Føroyum, eiga at hava fult álít á, at reint vatn er brúkt, tá vøran er gjørd. Tað heldur Vinnumálaráðið, sum nú hevur lýst kunngerðina um reint vatn.

Samstundis er ES-fráboðanin frá 1998 um reint drekkivatn sett í gildi í Føroyum.

Alneyðugar ásetingar

Higartil hava føroyskir útflytarar ikki kunnað prógvað fyri sínum keyparum, at reint vatn er brúkt til at virka fiskin, sum verður keyptur úr Føroyum.

Tí er alneyðugt at áseta reglur um reint vatn, boðar Vinnumálaráðið frá. Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur nýggju reglurnar, letur løggildingar og hevur eftirlit við vatnveitingarskipanum.

Longu nú eru 94 prosent av drekkivatninum í Føroyum reinsað. Tað fer tí ikki at kosta so nógv hjá landinum at koma upp í 100 prosent.  Men hjá kommunum ella øðrum, sum nú noyðast at fáa sína vatnveiting í rættlag, kann talan gerast um eina ávísa útreiðslu.

Smáu kommunurnar fáa undantak

Í flestu smáu kommununum eru tó ikki matvøruvirki, sum útflyta. Tí fáa tær longri tíð enn hinar kommunurnar at gera eftir kunngerðini, sum er á veg, sigur Vinnumálaráðið.

Átta ár eru liðin, síðani farið varð undir at gera kunngerðina um reint vant.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115