Umhugsa játtanina til fólka- og miðnámsskúlan

Umhugsa játtanina til fólka- og miðnámsskúlan
Fíggjarnevndin vil lækka játtanina til fólkaskúlan og miðnámsskúlar, men Mentamálaráðið mælir frá
Fólkaskúlin verður ikki hin sami, um játtanin verður skerd, sigur Mentamálaráðið
 
03.12.2013 - 08:45

 

Fíggjarnevndin hevur hug at lækka játtanina til fólkaskúlan og miðnámsskúlan næsta ár, men Mentamálaráðið tekur ikki undir við tí.

Fyri viku síðani skrivaði Fíggjarnevndin til Mentamálaráðið og gjørdi vart við, at fólkaskúlin og miðnámið fara at hava avlop í ár. Tað tykist sum fýra milliónir leypa av hjá fólkaskúlanum í ár.

Samstundis er játtanin fyri 2014 hækkað fimm milliónir.

 

Fíggjarnevndin spyr Mentamálaráðið

Ber ikki til at skerja játtanin í 2014, spyr Fíggjarnevndin.

Um miðnámið sigur Fíggjarnevndin, at tvær milliónir leypa av í ár, og játtanin næsta ár er hækkað 7,5 milliónir.

Ber ikki til at skerja játtanin í 2014, spyr Fíggjarnevndin eisini her. Nei, svarar Mentamálaráðið.

 

Fólkaskúlin ikki hina sami um játtanin verður minni

Hækkaðu játtanirnar í uppskotinum um fíggjarlóg eru neyðugar, millum annað til lønarhækkingar, svarar Mentamálaráðið.

Mentamálaráðið svarar eisini, at hjá fólkaskúlanum verður avlopið millum tvær og tríggjar milliónir í ár. Og skal fólkaskúlin vera tann sami næsta ár sum í ár, kostar tað 7,5 milliónir krónur.

Hjá miðnámsskúlunum verður einki avlop í ár, sigur Mentamálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809