Inntøkur frá veiðigjaldi og avreiðingargjaldi

Inntøkur frá veiðigjaldi og avreiðingargjaldi
Væntað varð at fáa 107 milj.kr., men Landskassin hevur fingið slakar 140 milj.kr. í avreiðingargjaldi og veiðigjaldi fyri sild og markel
Inntøkurnar frá avreiðingargjaldi og veiðigjaldi er størri, enn væntað
 
04.12.2013 - 08:51

 

Tveir triðingar av tilfeingisgjaldinum, sum landskassin hevur fingið í ár av uppsjóvarfiski, er fyri makrel.

Landskassin hevur fingið knappliga 140 mió. í veiðigjaldi og avreiðingargjaldi fyri sild og makrel í ár. 100 milliónir eru fyri makrel og 40 milliónir fyri sild.

30. november vóru komnar 138,8 milliónir kr. í tilfeingisgjøldum frá uppsjóvarvinnuni. Tað er nakað væl meira enn landsstýrið væntaði at fáa.

 

Fingu meira enn væntað

Landsstýrið væntaði, tá lógin kom í tingið í vár, at fáa 107 mió. kr. Tá varð samanborið vil fiskiskapin í fjør, sum tó ikki var so góður sum í ár.

Veiðigjaldið fyri makrel er 75 oyru fyri kilo og 35 oyru fyri kilo av norðhavssild.

Tá landað varð til útlendsk skip, var avreiðingargjaldið tvær krónur fyri kilo, tó bara ein króna hjá heimaflotanum.

Sambært Fiskiveiðieftirlitinum eru báðar kvoturnar at kalla fiskaðar í ár. 1265 tons eru eftir av makreli. Kvotan er 143.795 tons. Og 677 tons av norðhavssild eru eftir. Kvotan er 105.230 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306