Samráðast við Grønland um fiskirættindi

Samráðast við Grønland um fiskirættindi
Samráðingarnar byrjaðu í dag, og ætlanin er at vera komin á mál í morgin
 
04.12.2013 - 15:17

Sínámillum samráðingar um fiskiveiðuavtalu ímillum Føroyar og Grønland fyri 2014 eru í Keypmannahavn í dag og í morgin.

Talan er ikki um ovurhonds stórar nøgdir, sum londini kunnu fiska hjá hvørjum øðrum, men talan kann vera um eitt ískoyti hjá ávísum skipabólkum.

2.000 tons av sild

Í ár hava grønlendsk skip havt loyvi at fiska 2.050 tons av sild í føroyskum ella í altjóða sjógvi, og grønlendingar hava havt loyvi at fiska nakað av sínu svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi.

Og so hevur ein grønlendskur línubátur havt loyvi at verið á royndarveiðu í føroyskum sjógvi eftir botnfiski í 60 dagar.

100 tons av svartkalva

Føroysk skip hava í ár havt loyvi at fiskað 100 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi.

Haraftrat hava tríggir føroyskir trolarar ella línuskip havt loyvi at verið á royndarveiðu í Eysturgrønlandi, har tey hava havt loyvi at fiska 225 tons av toski og 275 tons av kalva ella svartkalva.

Og tvey føroysk rækjuskip hava havt loyvi at fiska 100 tons av rækjum í Eysturgrønlandi sum royndarveiðu. Í fjør samdust londini um avtaluna í Keypmannahavn tann 7. desember.

Lidnir í morgin

Samráðingarnar fyri næsta ár byrjaðu í dag, og ætlanin er at vera komin á mál í morgin. Umboð fyri Fiskimálaráðið og fyri vinnuna eru á fundinum í Keypmannahavn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672