Ráðstevna um landbúnað

Ráðstevna um landbúnað
Í januar verður ráðstevna um framtíðarmenning innan landbúnað
Ferðaráðið fer at greiða frá møguleikanum at skipa samstarv millum landbúnað og ferðavinnu og upplivingar og mat
 
06.12.2013 - 15:50

Hvussu síggja landsins mynduleikar framtíðarmenning innan landbúnað við serligum atliti til seyðahald, jarðarbrúk vm. í Føroyum, einskiljing, nýggjari matvørulóggávu og aðrar avbjóðingar innan vinnuna.

Búnaðarstovan fer at greiða frá um framtíðar avbjóðingar og um Lóg um Landsjørð, Girðingarlóg, Hagalóg.

Eisini fara Bóndafelagið og Óðalsfelagið at greiða frá um teirra virksemi og leiklut innan føroyskan landbúnað, og um hvussu limirnir meta um framtíðarútlitini.

 

Seyðahald og hagabit

Serkøn kunning verður um seyðahald og hagabit, umframt jarðarbrúk og hvørjir framleiðslumøguleikar eru innan landbúnað í Føroyum.

Djóralækni greiðir frá um sníkar, bruna og aðrar sjúkur hjá seyði í Føroyum og um eitt nú handfaring og fyribyrging.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan greiðir frá um slátur og reinføri, løggildingar vm., umframt nærri kunning um ætlaðu matvørulógina, sum skal setast í gildi í 2015.

 

Møguleikar fyri samstarvi

Hagstovan greiðir nærri frá um innflutning av landbúnaðarvørum, sum vit kundu havt framleitt í Føroyum.

Ferðaráðið greiðir frá møguleikum at skipa samstarv millum landbúnað og ferðavinnu, upplivingar og mat vm.

Fýra bóndir koma at kunna um sítt verandi virksemi, um seyðahald, røkt, slátur vm., og um hvussu teir síggja framtíðarmøguleikarnir innan hesa vinnu.

 

Pallborðsfundur um landbúna í Føroyum

Eisini verður skipað fyri pallborðsfund, har møguleiki er hjá luttakaraum, at seta spurningar og annars verða við til at menna eitt konstruktivt kjak um framtíðar landbúnað í Føroyum.

Ráðstevna um landbúnað í Ósáskúlanum í Klaksvík, leygardagin 11. januar 2014. Skráin er fjølbroytt.

Kelda: bondi.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329