Higartil eru meira enn 3.500 harur skotnar

Higartil eru meira enn 3.500 harur skotnar
Hóast ring veður hevur verið í seinastuni, so vórðu 115 harur skotnar nú um vikuskiftið.
Meira enn 800 harur fleiri eru skotnar í ár í mun til í fjør
 
09.12.2013 - 15:28

Tær 115 harur vórðu skotnar á 16 túrum fríggjadagin ella leygardagin: - fríggjadagin 6. desember 92 harur á 10 túrum og leygardagin 7. desember 23 harur á 6 túrum.

Vit eru nú komnir uppá 3.517 harur, sum eru skontar á 288 túrum. Hetta eru umleið 800 harur fleiri enn somu tíð í fjør. Fram til 7. desember 2012 vóru skotnar ílat 2.712 harur.

Á myndini niðanfyri havi eg samanborið haruveiðuna í áv við 2012.

 

Her sæst, at tað var serliga tann fyrsta dagin í ár, sum ger munin. Síðani hevur gongdin veri tann sama bæði árini, hóast verðrið í ár hevur verið stak vánaligt. Skrivar Eyðfinn Magnussen á Facebook bólkinum "Haruskjóting í Føroyum".

Sambært bólkinum, vórðu tilsamans 92 harur skotnar fríggjadagin, og tilsamans 23 harur leygardagin.Tað skrivar Eyðfinn Magnusen á Facebook.

Tað er bólkurin, Haruskjóting í Føroyum, sum savna saman veiðitøl yvir skotnar harur í ymsu hagapørtunum.

Sí yvirlitið her: Haruveiða 2013 (letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425