Semingsmenninir royna framvegis

Semingsmenninir royna framvegis
Tað er framvegis ógreitt, hvussu verður við sáttmálanum hjá pedagogfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Ósemja tók seg knappliga upp um útrokningarnar, nú farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð
 
10.12.2013 - 15:14

Semingsstovnurin hevur fyrrapartin havt fund við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at hann einki kann siga eftir tann fundin. Og seinni í dag fer semingsmaðurin á fund við Pedagogfelagið. Hóskvøldið sendi Pedagogfelagið boð eftir semingsstovninum, eftir at samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið steðgaðu.

Ósemja tók seg knappliga upp um útrokningarnar, nú farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til í staðin at rokna tær í prosentum av lønini. Sáttmálin millum Pedagofelagið og Fíggjarmálaráið og Kommunala Arbeiðgevarafelagið fór úr gildi 1.oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949