Tvøroyrar kommuna ger skjalasavn

Tvøroyrar kommuna ger skjalasavn
Savnað verða øll skjøl um 1.000 ára gomlu bygdirnar Froðba, Trongisvág og Øravík. Har aftrat koma skjølini um nýggju bygdina Tvøroyri
Býráðið heldur seg hava skyldu at taka stig til at varðveita tilfarið til søguna
Mynd: Tvøroyri 1890  
 
11.12.2013 - 15:49

Tvøroyrar býráð samtykti á býrásfundi 10.12.2013 at 150.000 krónur til at stovna Tvøroyrar Skjalasavn. Tað skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar Kommunu.

Ætlanin er, at savna øll skjøl o.t. Tvøroyrar kommunu viðvíkjandi og at goyma tey í kommununi, - eitt nú uppskriftir, dagbøkur, myndir, filmar, ljóðbond og sjónbond.

Endamálið er, at tryggja, at tilfarið, ið er um fólk og virksemi í Tvøroyrar kommunu, verður varðveitt trygt í kommununi. Tilfarið verður atkomiligt til skúlaarbeiði og gransking, til framsýningar fyri borgarum og til ferðavinnuendamál.

Tilfar frá privatfólkum

Samskifti hevur verið við fólk, ið eiga søvn við skjølum um fólk og virksemi í Tvøroyrar kommunu.

Savnað verða øll skjøl um 1000 ára gomlu bygdirnar Froðba, Trongisvág og Øravík. Har aftur at koma skjølini um nýggju bygdina Tvøroyri, sum er søga fyri seg. Handilshús vórðu bygd í óbygdan haga, síðan vaks bygdin uttanum m.a. við tí sermerkta Valinum.

Kommuna skrivar, at eftir bara fáum árum vaks staðurin til at gerast millum teir størstu í Føroyum. Henda serliga menning er væl prógvað í skjølum.

Neyugt at varðveita

Býráðið er av teirri sannføring, at tað hevur skyldu at taka stig til at varðveita tilfarið til søguna, hvussu búplássið hevur ment seg frá elstu tíðum.

Og at fólk og stovnar her á staðnum, vilja hava røttu kenslur og virðing fyri lokalu skjølunum og ganga høgt upp í at varðveita tey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
Summarbeiti 15. juli 2026
210975
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815