- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldrafelagið TIGN krevur kunningarskyldu

Í viðmerking til, at eldraøkið skal leggjast út til kommurnar, vísur felagið TIGN á, at lógin er sonevnd "hensigtserklæring", men at hon hevur ikki rættarkrøv til tey eldru, skriva umboðini fyri TIGN í lesarabrævi í dag.
Víst verður á, at tey, sum hava tørv á røkt, onga heimild hava at krevja heimahjálp ella at sleppa á røktarheim.
Tað verður sostatt fíggjarstøðan hjá einstøku kommunum, sum fer at gera av, hvørjar tænasturnar verða og hvussu tænastustøðið verður.
Sí lesarabrævið her: TIGN vil hava normeringar og kunningarskyldu (nýggjur kagi)Normering og kunningarskylda
Umboðini fyri TIGN heita á politiska myndugleikan um, við lóg, at áseta normeringar fyri stovnar á eldraøkinum fyri at tryggja røktarstøðið.
TIGN krevur eisini, at kunningarskylda verður ásett við lóg, soleiðis at búfólk og avvarandi fáa kunning.
Sum dømi, nevna umboðini sparingarnar innan eldraøki, har hvørki búfólk ella avvarðandi høvdu møguleika at mótmæla, tí tey ikki vistu av nøkrum.
Hvør skal rinda hvat
TIGN ger eisini vart við, at neyðugt er við neyvum ásetingum av innihaldinum av veitingunum. Víst verður á dømi um at:
• stovnar flyta skyldur og útreiðslur yvir á búfólk ella avvarðandi
• røktarheim hava álagt avvarðandi at gera høvuðsreint á kamarinum hjá tí, sum tey varða av
• røktarheim krevja fast gjald um mánaðin fyri eitt nú undirhald
• áður fingu búfólk tannkrem, sjampo o.t., men nú skulu tey rinda fyri tað
Sambært TIGN, hava avvarðandi gjørt vart við, at orsakað av høga egingjaldinum og øðrum útreiðslum, kunnu tey gomlu hava trupult við at fáa sín egna pening at røkka til eitt nú klæðir og annað.
























